Lýsing
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum søkir eftir einum sosialráðgeva til farloyvisstarv at byrja 20. oktobur 2025 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 35 tímar um vikuna.
Um Barnaverndartænastuna í Norðyggjum:
Barnaverndartænastan í Norðoyggjum fevnir um allar Norðoyggjar. Umsitingin hjá barnaverndartænastuni heldur til í Klaksvík og húsast saman við Trivnaðardeildini Børn & Ung hjá Klaksvíkar kommunu.
Á barnaverndartænastuni starvast, umframt leiðaran, ein fakligur samskipari, fýra sosialráðgevar, ein sálarfrøðingur og eitt skrivstovufólk.
Uppgávan hjá barnaverndartænastuni er at tryggja børnum, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, neyðuga hjálp og umsorgan.
Starvið:
Tú kemur, í tøttum samstarvi við leiðaran á barnaverndartænastuni, fakliga samskiparanum og starvsfólkum á deildini, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki við málsviðgerð, ráðgeving og øðrum uppgávum, sum barnaverndarumsitingin tekur sær av.
Vit leita eftir starvsfelaga, ið:
- er útbúgvin sosialráðgevi
- hevur royndir sum málsviðgeri ella aðrar viðkomandi royndir
- heur áhuga og evnir at arbeiða við barna- og ungdómsfamiljum
- megnar at vera nágreiniligir og samstundis hava nógvar bóltar í luftini
- megnar at seta seg inn í støðuna hjá familjum og hjálpa teimum út frá hesum
- hevur gott yvirlit og dugir væl at orða seg
- er fleksibul
Les meira um starvið og søk umvegis leinkjuna á okkara heimasíðu, www.klaksvik.fo Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum, farloyvisstarv freistin er 2. oktobur 2025