Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
22. september 2025
Útgongur
5. oktober 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært

Lýsing

Søkt verður eftir leiðara til tænastudeildina, at byrja 1. desembur 2025, ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv.

Sum leiðari verður tú partur av okkara leiðslutoymi. Í dagliga arbeiðnum hevur tú samstarv við fleiri ymiskir fakbólkar, aðrar leiðarar og viðskiftafólk og tí vænta vit av tær, at tú ert dynamisk/ur, hevur góð samstarvsevni, er semjusøkjandi og hevur hegni at samskipa og motivera. Tú megnar at skapa mennandi og jaligar arbeiðsumstøður.

Á tænastudeildini er leiðbeining, goymsla, vaskarí og reingerð.

Í leiðbeiningini verða ambulantir sjúklingar skrásettir, harumframt er telefon- og postavgreiðsla.
Goymslan bíleggur alla brúksvøru. Hetta umfatar vørur til viðgerð, sjúkrarøkt og reingerð. Vask av sengrum hoyrir eisini til goymsluna.
Vaskaríið vaskar alt toy, bæði til starvsfólk og sjúklingar.

Øll reingerð, uttan tann í køkinum, hoyrir til tænastudeildina.

Á deildini starvast, umframt leiðaran, samskipari, goymslu-, móttøku-, vaskarí- og reingerðarfólk.

Leiðsluppgávur og ábyrgdarøki:

  • dagligu leiðsluna av tænastudeildini
  • tryggja, saman við leiðsluni, at alt innkeyp verður gjørt skynsamt, bæði hvat viðvíkur góðsku og kostnaði
  • vegleiða starvsfólk og skipa fyri neyðugari upplæring
  • at skipa og menna deildina
  • at menna og effektisera arbeiðs- og mannagongdir
  • at tryggja dygd, yrkisførleika, trivnað og eitt lærandi og mennandi arbeiðsumhvørvi
  • at samskifta og samstarva við aðrar stovnar
  • heimasíðu, intranet og facebook síðu
  • samskipan av vaktarbýlum
  • bíleggja ferðaseðlar og bóking av bili til tænastuferðir hjá starvsfólkum.

Førleikakrøv
Vit sóknast eftir leiðara, sum hevur:

  • hóskandi fakliga útbúgving og leiðsluroyndir
  • góð samstarvs- og samskiftisevni
  • fíggjarligt innlit og hegni
  • lætt við at arbeiða við KT-skipanum
  • royndir við handli og goymslu
  • evni at stimbra og eggja starvsfólki
  • vilja til støðugt at arbeiða við menningarmøguleikum.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Starvið er flokkað sum deildarleiðari 2.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Alexandru á Dul, sjúkrahússtjóra, á tel. 288922, ella við telduposti alexandra@ks.fo.

Umsókn, saman við avriti av prógvnum og lívrensli, skal sendast til umsokn@ks.fo
Umsóknarfreistin er 5. oktobur 2025.

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið