P/F ArtiCon
Lýsing
Vit leita eftir sveisara/smiði til spennandi verkætlanir!
Hevur tú hug at arbeiða við fjølbroyttum uppgávum og stálkonstruktiónum, sum setur dám á byggivinnuna í Føroyum?
Vit leita eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum sveisara ella smiði, sum vil gerast partur av okkara toymi á verkstaðnum og úti á byggiplássum. Tú verður ein lykilpersónur í at skapa dygdargóðar og haldførar loysningar.