P/F ArtiCon
Útgivið
22. september 2025
Útgongur
6. oktober 2025
Staður
Faroe Islands
Slag
Ófaklært

Lýsing

Vit skulu hava nýggjan førara á einum av okkara pumpubilum

Hevur tú hug at vera partur av spennandi byggiverkætlanum kring alt landið?
Vit leita eftir einum eldhugaðum førara til pumpubil, sum vil hava ein týðandi leiklut í at seta grundina undir framtíðini.

Tín leiklutur
Sum pumpuførari verður tú hann, sum tryggjar, at betong kemur fram har tað skal – í rættari tíð og í rættari dygd. Tú verður ein týðandi brikkur í samstarvinum millum byggiplássið, okkara toymi og kundarnar. Ein dagur er ongantíð tann sama, og tú sleppur at uppliva alt frá stórum virkisbyggingum til smærri byggingar á privata marknaðinum.

Arbeiðsuppgávur

  • At koyra pumpubil og tryggja betongveitingar til okkara egnu verkætlanir, til byggifyritøkur og til privata marknaðin.
  • At samstarva við byggileiðarar og arbeiðsfólk á plássinum fyri at fáa alt at ganga uppá stás.
  • At hava ábyrgd av, at bilar og maskinurnar á blandistøðini altíð eru í góðum standi.
  • Tín vangamynd

Vit ímynda okkum, at tú:

  • ert arbeiðssom/samur, røkin og álítandi.
  • dugir væl at samstarva, men eisini arbeiða sjálvstøðug/t.
  • ert fleksibul og ikki bangin fyri nýggjum avbjóðingum.
  • hevur koyrikort C (krav).
  • hevur royndir sum pumpu- ella kranførari (ein fyrimunur, men ikki krav)

Vit bjóða tær

  • Eitt starv, har tú veruliga sært týdningin av tínum arbeiði.
  • Nútímans útgerð og góðar arbeiðsumstøður.
  • Upp­læring og menning, so tú fært allar neyðugar førleikar.
  • At vera partur av einum sterkum og væl skipaðum toymi, sum hevur gott arbeiðslag og heldur saman.
  • Kappingarføra løn

Hetta er starvið til tín, sum vil vera við til at byggja framtíðina – bókstaviliga!

Søk starvið her

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 300 fólk.

Líknandi størv

15. december 2025
15. december 2025
Alimennari   Faroe Islands nýtt
15. december 2025
15. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið