Thomas Dam á Hálsi
Útgivið
22. september 2025
Útgongur
2. oktober 2025
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Elskar tú at hugna um og pynta, at baka og skapa og sans fyri kundatænastu, so hava vit perfekta starvið sum skúlahjálp í okkara Køks- & veitslubúð!

Køks- & veitsbúðin hjá Thomas Dam á Hálsi søkir eftir einum starvsfólki til arbeiði eftir skúlatíð. Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um kundavegleiðing og avgreiðslu, kundatænastu, uppfylling og annað handilsarbeiði. Arbeiðstíðirnar eru seinnapartar, leygardagar og í ferium – eitt sera hent starv hjá tær, sum leitar eftir arbeiði eftir skúlatíð, har tú kanst mennast, læra um okkara virkisøkir og kundatænastu.

Krøv til útbúgving og førleika
Vit vænta, at tú:

  • ert forvitin og hevur hug at læra um okkara vørur
  • hevur áhuga fyri sølu og tænastu
  • dugir væl at samskifta við kundar
  • ert nærløgd/-agdur og álítandi
  • hevur íbygdan sans at hjálpa og vegleiða

Um okkum
Í okkara fjølbroyttu vøruskrá eru fleiri enn 6000 vandaliga valdar vørur, ið røkka heilt frá gerandisdegnum á trøðni til búgvið borð. Thomas Dam varð stovnað í 1946 og fevnir okkara virksemi um Veitslu- & køksbúðina, Hegns- & náttúrubúðina, netbúðina www.thomasdam.fo og heilsølu til vinnu og víðarisølu.

Umsókn
Um starvið hevur áhuga, send eina umsókn og viðkomandi skjøl til post@thomasdam.fo

Umsóknarfreist: 2. oktober 2025
Starvið verður sett, so skjótt skikkaður umsøkari er funnin.
Løn sambært avvarðandi sáttmála.
Hevur tú spurningar, kanst tú ringja 211428 ella skriva.

Thomas Dam á Hálsi
Heil- og smásøla
Heykavegur 3, Tórshavn
Tel: 311400
post@thomasdam.fo

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið