Lýsing
Elskar tú at skapa meirsølu, at selja og at tryggja ta góðu kundaupplivingina, so hava vit júst starvið til tín í okkara Køks- & veitslubúð!
Vit søkja eftir einum starvsfólki til handil okkara á Hálsi 20-35 tímar. Tú kemur at fáa eitt vøruøkið at umsita, kundaavgreiðslu og vanligt handilsarbeiði. Arbeiðstíðirnar eru millum kl. 9-17:45 gerandisdagar og skiftivís leygardagar.
Krøv til útbúgving og førleikar
Vit vænta, at tú :
- ert útlærd/ur ella hevur drúgvar royndir innan handil
- hevur lætt við at samstarva, ert sølu- og tænastusinnaður
- hevur áhuga fyri matgerð og borðreiðing
- er væl skipað/ur og nærløgd/-agdur
Tú fært møguleika at seta dám á títt egna økið og arbeiða við okkara breiða úrvali av vørum til leik og lærd innan matgerð og veitslu. Tú kemur at starvast sjálvstøðugt í einum góðum toymi, har vit leggja dent á tænastu, dygd, rúmd, menning og trivna.
Um okkum
Í okkara fjølbroyttu vøruskrá eru fleiri enn 6000 vandaliga valdar vørur, ið røkka heilt frá gerandisdegnum á trøðni til búgvið borð. Thomas Dam varð stovnað í 1946 og fevnir okkara virksemi um Veitslu- & køksbúðina, Hegns- & náttúrubúðina, netbúðina thomasdam.fo og heilsølu til vinnu og víðarisølu.
Umsókn
Um starvið hevur áhuga, send eina umsókn og viðkomandi skjøl til post@thomasdam.fo
Umsóknarfreist: 2. oktober 2025
Starvið verður sett, so skjótt skikkaður umsøkari er funnin.
Løn sambært avvarðandi sáttmála.
Hevur tú spurningar, kanst tú ringja 211428 ella skriva.
Thomas Dam á Hálsi
Heil- og smásøla
Heykavegur 3, Tórshavn
Tel: 311400
post@thomasdam.fo