Útgivið
22. august 2022
Útgongur
1. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tænastudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir reingerðarfólki til Tænastudeildina at byrja skjótast til ber. Arbeiðstíðin er í miðal umleið 32 tímar um vikuna.

Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um at borðreiða máltíðir til sjúklingar og reingerð av sjúkrastovum og/ella av felagshølum. Starvið inniber, at tú kemur tætt uppá og hevur eitt ávíst samskifti við sjúklingar.

Førleikar

  • Góðan røkjuskap og gongur høgt upp í reinføri
  • Fyrikomandi og kanst arbeiða sjálvstøðugt

Hevur tú hug at arbeiða nakrar tímar um dagin, um kvøldarnar ella í vikuskiftum, so er tú eisini vælkomin at søkja.

Vit bjóða

  • Ábyrgdarfull størv við góðum arbeiðsumhvørvi og frálíkum starvsfeløgum.
  • Upplæring og felags innleiðslu

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Setanarstaðið er Tænastudepilin/Tænastudeidlin.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at at ringja á tlf. 304500, lokal 1240.

Umsóknarfreistin er tann 01.09.2022.
Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær koma inn.

Vinarliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kann ein síggja okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni ”Um okkum”.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

30. oktober 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið