Útgivið
22. august 2022
Útgongur
2. september 2022
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Søkt verður eftir einum arbeiðsfólkið til Vestmanna Kommunu at byrja skjótast til ber ella sambært avtalu.

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:

  • at arbeiða í toymi, sum tekur sær av dagliga viðlíkahaldinum, umvælingum og nýgerðum í bygdini
  • kavagrevstur og salting
  • annað fyrifallandi

Ynskiligt er, at arbeiðsfólkið

  • hevur gott handalag
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur royndir at koyra smærri maskinur
  • hugin og áræðið til at læra

Vit síggja fyri okkum, at rætti umsøkjarin er ein, sum skilur týdningin av góðum handverki, og sum er førur fyri at arbeiðja sjálvstøðugt. Vit vóna at fáa eitt dugnaligt arbeiðsfólk, sum við ídni fer til verka.

Afturfyri bjóða vit eitt starv við nógvum dugnaligum starvsfeløgum, sum eru førir fyri at hjálpa tær fakliga, tá ið á stendur. Hevur tú hug og áræði at læra, so eru nógvir møguleikar

Tú kemur at arbeiða í toymum og skal tí hava góð samstarvsevni.

Tilvísing er til arbeiðsformannin.

Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv og lønin verður sambært sáttmála ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Arbeiðarafelag ella avvarandi fakfelag.

Meira fæst at vita við at ringja til Torbjørn Egholm, arbeiðsformann, tlf. 770 126.

Umsókn
Umsóknir við lívsrensli skulu sendast til vestmanna@vestmanna.fo í seinasta lagi 2. september 2022 kl. 12:00.

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið