Lýsing
- Neurologi og Dermatologi toyminum.
Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum at byrja 1. november 2025 ella skjótast gjørligt. Talan er um føst størv á brøki 0,8 í blandaðum vaktum.
H1 er seingjadeild við 35 seingjaplásssum, deilt á trý toymir. H1 - Neurologi og Dermatologi toymið taka ímóti elektivum og akuttum sjúklingum við apopleksi, og øðrum nerurologiskum sjúkum, umframt sjúklingum innan dermatologi. Toymið hevur pláss fyri 10 sjúklingum. Virksemið í toyminum er í samstarvi við ambulatoriir innan somu sergreinar. Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar í toyminum. Toymið H1- Neurologi og Dermatologi er í løtuni staðsett á B7.