Lýsing
Kappingareftirlitið søkir eftir búskaparfrøðilesandi at byrja skjótast tilber. Talan er um eitt spennandi og mennandi starv, har tú fært møguleika at arbeiða við kappingarregulering og búskaparligari greining í praksis.
Um starvið
Sum lesandi hjá Kappingareftirlitinum kemur tú at stuðla fulltrúunum í arbeiðinum við kappingarmálum og marknaðarregulering. Kappingareftirlitið er fyrisitingin hjá Kappingarráðnum og arbeiðir við málum um:
- Kappingaravlagandi avtalur
- Misnýtslu av ráðandi marknaðarstøðu
- Ólógligan almennan stuðul
- Eftirlit við samanleggingum
- Marknaðarkanningar
- Marknaðargreiningar
Arbeiðsuppgávur
Tínar uppgávur verða m.a.:
- At innheinta, fyrireika og greina dátur og hagtøl í sambandi við kappingarmál og kanningar
- At standa fyri smærri búskaparligum kanningum
- At fyrireika framløgur og kunning um nýggjastu vitan innan ídnaðarbúskaparfrøði
- At hjálpa við fyrifallandi arbeiði, t.d. rættlestur og fundarupprit
- At røkja altjóða netverk hjá Kappingareftirlitinum saman við øðrum starvslesandi
- At røkja miðlar hjá Kappingareftirlitinum (heimasíðu, Facebook og LinkedIn) saman við øðrum starvslesandi
Førleikar
Vit vænta, at tú:
- ert væl skipaður og fakliga væl fyri,
- kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi,
- dugir væl føroyskt og enskt, bæði í skrift og talu,
- er fyrikomandi, álítandi og hevur góð samstarvsevni,
- hevur royndir at arbeiða við rokniarki, sum t.d. excel.
Royndir við forritan (t.d. Python, Stata, R ella líknandi) eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Vit bjóða
Vit leggja dent á fakliga menning og trivnað. Tú fært møguleika at arbeiða við greinum innan ídnaðarbúskap, mikrobúskaparfrøði og fígging, og at fær innlit í kappingarligar reglur og arbeiðsgongdir í praksis. Kappingareftirlitið er partur av Vinnustovninum, har vit hava eitt gott og fakligt umhvørvi. Eisini leggja vit dent á trivnað og eru í einum felagsskapi á Vinnustovninum.
Setanartreytir
Starvið er tímalønt og vænta vit at tú kanst arbeiða minst 8 um vikuna. Hædd verður tikið fyri royndum og feriu, tí lesnaðurin kemur í fremstu røð.
Lønin er sambært sáttmálanum hjá Starvsfelagnum.
Samband
Hevur starvið tín áhuga, send okkum eina umsókn við lívrensli og avrit av prógvum ella fyribils prógvum til kapping@kapping.fo seinast 10. oktober 2025.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Bjarna Dal-Christiansen, búskaparfrøðing, á telefon 556047 ella bjarnid@kapping.fo