Almannaverkið
Lýsing
Á sambýlinum á Mýrivegi búgva 12 fólk við autismu.
Um starvið
Starvið er 30 tímar um vikuna og byrjað verður skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag frá kl. 07.00 til kl. 13.00. Arbeiðsstaðurin er á Mýrivegi 13 í Klaksvík.
Førleikar
Søkt verður eftir heilsurøktara, heilsuhjálpara ella hjálparfólki.
Útbúgving er ikki eitt krav, men tað er ein fyrimunur at umsøkjarar hava eina av omanfyri nevndu útbúgvingum.
Neyðugt er at hava koyrikort.