Heilsumálaráðið
Útgivið
29. september 2025
Útgongur
15. oktober 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Ert tú nýggi stjórin í Heilsustýrinum?

Heilsumálaráðið søkir ein virkisfúsan og framskygdan stjóra at standa á odda fyri Heilsustýrinum – ein týðandi stovnur, sum hevur ábyrgdina av at savna, menna og miðla vitan um heilsu í Føroyum.

Heilsustýrið skipar heilsufremjandi átøk, innan fólkaheilsu og fyribyrging. Stýrið umsitur harumframt farsóttarøkið og yvirskipaðu heilsutilbúgvingina. Heilsustýrið umsitur tær uppgávur, ið eru lagdar til Ílegusavnið v.m. Heilsustýrið byggir upp, mennir og umsitur skráir á heilsuøkinum, savnar, mennir og skipar hagtøl á heilsuøkinum. Heilsustýrið fremur granskingargrundaða ráðgeving og menning innan alt sítt virkisøki.

Sum stjóri fært tú ábyrgdina av dagligu leiðsluni, rakstrinum og menningini av Heilsustýrinum. Tú fert at hava ein týðandi leiklut í at mynda heilsupolitisku kósina í Føroyum, og tú skalt kunna samstarva bæði við ráð, stovnar og almenningin.

Vit vænta, at tú hevur:

  • Kandidat- ella masterútbúgving innan heilsu- ella samfelagsvísindi ella annað viðkomandi øki
  • Leiðsluútbúgving og/ella royndir sum leiðari
  • Breiðan kunnleika og visjónir innan fólkaheilsuøkið
  • Royndir og/ella evni at menna stovnin og seta í verk fyriskipanir
  • Strategiska og langskygda hugsan
  • Evni at virka í almennum og politiskum umhvørvi
  • Góðan mennandi leiðsluhátt og heildarfatan
  • Sterkar samskiftis- og semjuførleikar, eisini í sambandi við fjølmiðlar
  • Góðar málsligar førleikar í føroyskum, donskum og enskum
  • Innlit í virksemi og stýring á heilsuøkinum

Vit bjóða:
Eitt spennandi og krevjandi stjórastarv á einum stovni í menning, har tú fært møguleika at seta dám á framtíðar arbeiðið innan fólkaheilsu og fyribyrging.

Lønar- og setanartreytir
Starvið er lønt sambært lønarflokki 38.1 hjá Felag Tænastumanna Landsins.

Setanarøkið er Heilsumálaráðið og stovnar undir ráðnum. Stjórin vísir til aðalstjóran í Heilsumálaráðnum og skal tola broytingar í starvinum og starvsinnihaldinum.

Umsókn
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra, á tlf. 734002.

Umsókn við C.V. og avritum av viðkomandi skjølum skal sendast til:

Teldupost: hmr@hmr.fo

ella

Heilsumálaráðið
Eirargarður 2
100 Tórshavn

Umsóknarfreistin er 15. oktober 2025.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið