Lýsing
Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki við viðkomandi útbúgving at byrja skjótast gjørligt. Viðkomandi verður partur av toyminum á framleiðsludeildini, sum tekur sær av at framleiða sterilar heilivágsblandingar til sjúkrahúsini.
Starvið er ásett at vera uml. 30 tímar ella eftir avtalu. Talan er um eitt farloyvisstarv til september 2023.
Um starvið
Sum partur av framleiðslutoyminum verður tú við til at gera kemoblandingar og aðrar sterilar heilivágsblandingar til sjúkrahúsini. Arbeitt verður undir sera strongum krøvum til góðsku og reinføri. Tú skalt eisini vera til reiðar at átaka tær aðrar arbeiðsuppgávur, sum kunnu tillagast tínum førleikum.
Í toyminum ynskja vit at samstarva um at loysa uppgávurnar skynsamt og við góðskuni í hásæti. Vit kunnu bjóða tær eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum.
Førleikar
Vit vænta, at tú hevur lokið viðkomandi útbúgving sum laborantur, farmakonomur ella aðra útbúgving, sum gevur førleikar innan framleiðslu.
Vit vænta, at tú hevur áhuga fyri heilivágsframleiðslu og dámar at arbeiða undir strongum góðskueftirliti. Vit vænta, at tú ert ágrýtin, álítandi og megnar at arbeiða skipað og við neyvleika. Royndir innan framleiðslu kann vera ein fyrimunur, men er ikki ein treyt.
Harumframt vænta vit, at tú ert ein fyrikomandi og samstarvssinnaður starvsfelagi, sum ynskir at vera við til at arbeiðsplássið mennist og starvsfólkini trívast.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt farloyvisstarv til september 2023 og verður sett skjótast gjørligt. Starvið er ásett at vera uml. 30 tímar um vikuna ella eftir avtalu. Starvsstaðurin er á Framleiðsluapotekinum í Tórshavn.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Elisabeth Joensen-Næs á tlf. 404090 ella senda ein teldupost til ejn@apotek.fo
Umsókn
Skrivlig umsókn við avrit av møguligum viðmælum og upplýsing um royndir skal vera Framleiðsluapotekinum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 28. august 2022. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hesa leinkju.
Les meira um okkum á www.apotek.fo
 
					 
         
        