Lýsing
Kringvarp Føroya søkir eftir einum eldhugaðum leiðara til verkætlanina Savnsgull, sum m.a. hevur til endamáls at geva almenninginum atgongd til tilfar í kringvarpssavninum.
Atgongd til kringvarpssavnið fer at geva Føroya fólki eitt makaleyst innlit í føroyska mentan og samtíðarsøgu seinastu 70 árini.
Um starvið
Verkætlanarleiðarin skal tryggja, at verkætlanin er í framburði. Yvirskipað fevnir verkætlanin um tríggjar tættir:
- at útbyggja tøkniliga undirstøðukervið, sum ger tað møguligt at arbeiða við, goyma og flyta data í kringvarpssavninum, so at hetta kann gerast atkomuligt.
- at framleiða metadata fyri alt kringvarpssavnið, so at til ber hjá brúkarum gjøgnum leitiskipanir at leita fram viðkomandi tilfar í savninum.
- at greina upphavsrættarligar spurningar og fáa í lag neyðugar avtalur um rættindaviðurskifti.
- Verkætlanin verður framd í tøttum samstarvi við onnur starvsfólk á stovninum, serliga í kringvarpssavninum og á KT-økinum.
Vit vænta, at tú
- hevur viðkomandi hægri útbúgving og kunnleika til savnsarbeiði, talgilda tøkni og KT-útgerð
- hevur vitan um og áhuga fyri mentanar- og søguliga virðinum á kringvarpssavninum
- hevur eyga fyri miðling og mentanarligum samskifti
- hevur góð leiðslu- og samstarvsevni
- dugir væl at raðfesta og samskipa
- setir greið mál og skapar úrslit
Vit bjóða
- eitt áhugavert og avbjóðandi starv við einastandandi møguleika at breiða týðandi mentanararv út til Føroya fólk
- eitt sjálvstøðugt starv, sum tú kanst seta tín dám á
Setanartreytir
Starvið verður sett skjótast gjørligt og lønt sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreist o.a. Umsókn o.o. viðkomandi skjøl skulu sendast til umsokn@kvf.fo í seinasta lagi fríggjadagin 17. oktober 2025.
Meira kunning
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Magnus Dam, kringvarpsstjóra á telefon 347500 ella við at senda teldupost til magnusdam@kvf.fo