Lýsing
Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir sálarfrøðingi. Talan er um eitt avloysarastarv á fullari tíð frá 1. november 2025 til 31. juli 2026.
Arbeiðið umfatar í høvuðsheitum sálarfrøðiliga útgreining og viðgerð av vaksnum fólki umframt undirvísing og supervisjón av starvsfólki.
Psykiatriski depilin útgreinar og viðgerð innlagdar og ambulantar sjúklingar. Vit leggja dent á tvørfakligt samstarv og heildarloysnir til borgaran í útgreining og viðgerð. Psykiatriski depilin arbeiðir við eini samskapandi psykiatri, har vit stremba eftir at leggja virksemið til rættis við hugtøkunum recovery og rehabilitering í huga. Til at menna arbeiðið verður arbeitt miðvíst við betringarháttinum Quality Improvement (QI).
Virksemið á Psykiatriska deplinum fevnir um ymisk serøki og tilboð - sum eitt nú kognitiv atferðarterapi, dialektisk atferðarterapi, PE-viðgerð, ergoterapi, fysioterapi, medisinska viðgerð umframt psykoedukatión og avvarðandi undirvísing. Sálarfrøðingurin verður knýttur at virkseminum í mun til førleikar og tørv.