Havnar Klubbi
Útgivið
1. oktober 2025
Útgongur
7. oktober 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Havnar Klubbi sóknast eftir fyrikomandi og ábyrgdarfullum starvsfólki til barrina. Tað snýr seg um leiðara og barrvørð.

Klubbin er eitt livandi og hugnaligt umhvørvi, har gestir skulu kenna seg væl, og har dentur verður lagdur á góða tænastu, reinføri og trivnað.

Barrleiðari – arbeiðsuppgávur

  • At hava dagliga ábyrgd av barrini
  • At skipa vaktarskrá, og útvega starvsfólk, tá tørvar
  • At umsita innkeyp, og tryggja, at vørur eru tøkar
  • At menna samstarv og trivnað í toyminum

Barrvørður – arbeiðsuppgávur

  • At taka ímóti og avgreiða gestir
  • At veita góða tænastu og eina hugnaliga uppliving
  • At halda reinføri og skil í barrini
  • At arbeiða væl í toymi, og stuðla góðum arbeiðsumhvørvi
  • At innganga í vaktarskipanina og taka sín part av arbeiðinum

Vit vænta, at tú sum umsøkjari

  • Er ábyrgdarfullur og álítandi sum persónur
  • Hevur royndir frá líknandi starvi (ikki krav)
  • Hevur reina revsiváttan
  • Er ikki undir 20 ár (ikki krav, men ein fyrimunur)
  • Er fryntligur, álítandi og tolin
  • Trívist í toymi, og dugir at arbeiða undir trýsti
  • Dugir føroyskt

Vit bjóða

  • Eitt gott og sosialt arbeiðsumhvørvi
  • Kappingarføra løn, eftir avtalu
  • Arbeiðstíðir seinnapartar og um kvøldið
  • Arbeiðspláss við søguligum samleika (síðani 1799)
  • Møguleika fyri læru og menning
  • Fleiri størv kunnu verða sett. Møgulig viðmæli frá øðrum arbeiðsgevara/um kunnu viðheftast umsókn.

Soleiðis søkir tú
Send umsókn til klubbin@klubbin.fo í síðsta lagi tann 07.10.2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið