Útgivið
25. august 2022
Útgongur
7. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Kundi tú hugsað tær starv umborð á einum av skipum okkara? Vit leita eftir fulltiknum dekkarum til tænastuskipið “M/S Bakkanes”, sum arbeiðir við ymiskum uppgávum á okkara alibrúkum í Skotlandi.

Førleikakrøv

  • Galdandi vinnubræv sum fulltikin dekkari
  • Heilsuprógv
  • Trygdarskeið
  • Skeið í eldsløkking

Vangamynd
Tú hevur omanfyri nevndu førleikar. Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur nakað av kunnleika til aling og ert áhugaður í at arbeiða við djórum og djóravælferð. Sum persónur ert tú væl skipað/ur og ikki bangin fyri at taka fatt. Tú hevur góð samstarvsevnir, ert ábyrgdarfull/ur og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar.

Løn og setanartreytir
Arbeitt verður í tørnskipan 1:1, og útmynstringartíðarskeiðið er 5 vikur. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi felags sáttmála millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Sjómannadeild FF's.

Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Jonni D. Hansen, manningarsamskipara, á tel 23 56 16, ella við t-brævi til jodh@bakkafrost.com.

Umsókn
Søk starvið umvegis leinkjuna her.

Umsóknarfreist
Vit viðgera umsóknirnar so hvørt, sum tær koma inn, og starvið verður sett, tá skikkaðir umsøkjarar eru funnir. Hevur tú áhuga í starvinum, heita vit tí á teg um at søkja sum skjótast. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðsla (góðskingarvirkir) eru á Glyvrum, í Skotlandi, í USA og í Danmark. Alivirksemi er í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Suðuroynni og í Skotlandi. Felagið hevur lívfiskavirksemi í Streymoy, Sandoy og í Skotlandi og harumframt eitt biogassvirki á Streymoynni. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum og søla- og umsiting er eisini í Grimsby, Edinburgh og í New Jersey. Samanlagt hevur samtakið 1.653 starvsfólk (ársverk).

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið