Lýsing
Tórshavnar kommuna sóknast vegna Dagstovnin í Hoyvík eftir námsfrøðingi til eitt ára farloyvisstarv at byrja 5. januar 2026 ella eftir nærri avtalu, áðrenn ella aftaná. Møguleiki verður at halda áfram á aðrari stovu, tá tíðarskeiðið er liðugt.
Vilt tú verða partur av einum fakligum og støðugum starvsfólkahópi, sum er væl samansettur av námsfrøðingum, sálarfrøðingi og hjálparfólkum?
Í Dagstovninum í Hoyvík arbeiða 24 starvsfólk, harav helvtin hevur arbeitt átta til 25 ár á stovninum.
Vit sóknast eftir námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna í barnagarðsstovu. Á stovuni verða 15 børn og aftrat tær tvey starvsfólk, ein sálarfrøðingur og eitt hjálparfólk, báðar við drúgvum royndum.