Tórshavnar kommuna
Útgivið
7. oktober 2025
Útgongur
17. oktober 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur og dámar tær leiðslu?

Kundi tú hugsað tær, at staði á odda fyri røktardeildini Heimarastova og verða við til at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólkini sum búgva har, so er tað møguliga tær vit leita eftir.

Deildarleiðarastarvið á Heimarastovu er leyst at søkja og starvsbyrjan er 1. desember 2025 ella eftir nærri avtalu.

Sum deildarleiðari vísir tú til eindarleiðaran, og gerst partur av leiðslutoyminum á Lágargarði, sum telur tríggir deildarleiðarar og tríggir varadeildarleiðarar, umframt at tú gerst partur av deildarleiðarahópinum í Heilsu- og umsorganartænastuni sum telur 18 fólk.

Lágargarður er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar Kommunu. Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum - Heilsuhúsið og tvær búeindir. Lágargarður varð tikið í nýtslu í 1987 og hevur 46 búpláss. Búplássini eru býtt út á tríggjar búeindir, Heimarastovu og Miðstovu, sum eru røktareindir, og Handarastovu, sum er eindin fyri minnisveik. Umframt búplássini er stórkøkur, ið eisini veitir mat til heimabúgvandi borgarar í Tórshavnar Kommunu, virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og húsfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.

https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144744

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið