Lýsing
Hevur tú hug, at royna teg í einum køki? Køkurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi søkir eftir hjálparfólki í tíðaravmarkað starv fram til 31. januar 2026, at byrja sum skjótast.
Starvið er 35 tímar um vikuna og arbeiðstíðin er mánadag - fríggjadag frá kl. 08 – 15.
Vit leggja okkum eftir at veita góða tænastu og kostrøkt til sjúklingar og viðskiftafólk. Vit framleiða mat til sjúklingadeild, røktarheim, sambýli og dagtilhald, heimabúgvandi pensionistar, kantinu, fundir og annað virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Arbeiðsuppgávur í høvðusheitum:
- dagliga reingerð og innaneftirlit
- uppvask
- lættari matgerð
- kantinuarbeið
- at borðreiða fyri sjúklingum, tá ið tørvur er fyri tí.
Førleikar:
- starvsroyndir frá stovnskøki, reingerð ella kundatænastu kann vera ein fyrimunur
- góðar sosialar førleikar
- góð samstarvs- og samskiftisevni
- hevur ein hugburð, sum stuðlar undir góðum arbeiðsumhvørvi og trivnaði.
Vit bjóða ein fakligan spennandi gerandisdag saman við dugnaligum starvsfelagum. Eisini bjóða vit eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála hjá arbeiðarafeløgunum í Klaksvík.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Nicolinu Jacobsen, leiðara í køkinum, á telefon 404581 og 228733 ella á teldupostadressu: nicolina@ks.fo
Umsóknarfreistin er 18. oktobur 2025.
Umsókn, saman við CV og prógvum, skal sendast við telduposti til: umsokn@ks.fo
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og
Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Á heimasíðu okkara www.ks.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.