Lýsing
Fuglafjarðar kommuna søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum leiðara at standa á odda fyri tekniska økinum.
Um starvið
Leiðarin er við til at mynda menningina av Fuglafjarðar kommunu saman við býráðspolitikarum, leiðarum og starvsfólkum.
Fuglafjarðar kommuna er ein framsøkin og virkisfús kommuna, ið arbeiðir í fylgi teimum strategisku ætlanunum kommunan hevur lagt.
Fuglafjarðar kommuna strembar móti, at veita borgarum og vinnu bestu umstøður fyri menning og framburði og verður hetta gjørt við at veita eina góða og skynsama tænastu, í samstarvi við viðkomandi partar.
Um Teknisku deild
Tekniska økið er skipað undir teknisku nevnd. Deildin er samansett av Tekniska leiðara, einum málsviðgerða, Vegadeild, Gartnaradeild, Húsavarðatoymið, Fuglafjarðar Havn og Fuglafjarðar støkkilið. Leiðararnir á hesum deildum/toymum vísa til tekniska leiðaran. Tað eru uml. 25 starvsfólk á teknisku deild.
Høvuðsuppgávur
Uppgávurnar hjá tekniska leiðaranum eru m.a. at:
- Veita borgarum og vinnu eina dygdargóða viðgerð og tænastu.
- Veita politikarum fakliga og professionella ráðgeving og dygdargóða tænastu.
- Halda ætlanir og finna loysnir og møguleikar sambært visjón
- Menna tekniska økið sum arbeiðspláss, soleiðis at tað er spennandi og mennandi at fara til arbeiðis
- Tryggja at Fuglafjarðar kommuna hevur ein sunnan rakstur
- Fyrireika og menna Fuglafjarðar kommunu fakliga, soleiðis at Fuglafjarðar kommuna kann taka við teimum avbjóðingum, sum framtíðin hevur at bjóða.
Ábyrgd
- Dagliga leiðslu av tekniska økinum
- Fíggjarliga ábyrgd av tekniska økinum
- Projekteringsarbeiði og eftirlit
- Býar- og byggiplanlegging
- Málsviðgerð og fyrireiking av tekniskum, umhvørvis og vinnumálum til politiska støðutakan
- Stýring av kommunalum byggi- og viðlíḱahaldsarbeiði
- Ábyrgd av øllum bygningum og undirstøðukervi hjá kommununi
- Skipa fyri útveiting av uppgávum á tekniska- og vinnuøkinum
- Ráðgevi og skrivari í teknisku-, umhvørvis- og vinnunevndini
- Veita ráðgeving til leiðslutoymið og býráðslimir á tekniska-, umhvørvisliga- og vinnuøkinum
Førleikakrøv
Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum. Umráðandi er, at tú:
- hevur viðkomandi langa ella miðallanga útbúgving frá hægri lærustovni ella annað viðkomandi útbúgvingarstøði, saman við royndum
- hevur góðan kunnleika til og royndir innan leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring
- hevur góð leiðslu- og samstarvsevnir og mennandi leiðslustíl - dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga - evnar at arbeiða ı́ eini politiskari skipan.
- evnar at raðfesta og tolir at arbeiða undir trýsti ı́ tíðum, við nógvum kommunalum virksemi, ert opin, fyrikomandi og hevur ein tænastusinnaðan hugburð.
- hevur førleikar og vanur at arbeiða við kt-skipanum
Setan og løn
Tekniski leiðarin er partur av leiðslutoyminum. Starvið er skipað undir teknisku nevnd, við tilvísing til kommunustjóran, sambært starvsfólkaskipanini.
Starvið verður sett tann 1. desember 2025, ella eftir nærri avtalu. Starvið er fulla tíð, og verður lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jóanis Erik Køtlum, kommunustjóra, á telefon 23 80 02, teldupost joaniserik@fuglafjordur.fo ella Jónhild Abrahamsen, sosialdeildarleiðara, á telefon 23 80 13, teldupost jonhild@fuglafjordur.fo.
Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 22. oktober 2025. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum.