Lýsing
Søkt verður eftir einum starvsfólki til móttøkuhøllina hjá IRF at byrja skjótast til ber.
Móttøkuhøllin á Hagaleiti tekur ímóti timbri og øðrum vinnuburturkasti. Í høllini eru umstøður at skilja blandað burturkast, soleiðis at ein størri partur fer til endurvinningar heldur enn at verða brent. Alt burturkastið verður kvarnað, áðrenn tað fer í ovnin á brennistøðini. Kvarnað burturkast ger tað lætt at blanda við øðrum burturkasti, og harvið fær ovnurin hjá IRF eina javnari og betri brenning.
Arbeiðsuppgávur
- Taka ímóti og skráseta bilar, sum koma við burturkasti
- Kvarna timbur og annað burturkast
- Veita vegleiðing á staðnum, hvussu burturkastið skal skiljast
- Skilja blandað burturkast, soleiðis at ein størri partur fer til endurvinning
- Dagligt viðlíkahald av útgerð, maskinum og hølum
- Aðrar fyrifallandi uppgávur á Hagaleiti
Vit vænta, at tú
- hevur stóra koyrikortið
- hevur royndir sum maskinførari
- hevur trukkloyvi ella ert sinnað/ur at taka slíkt
- ert røkin, ábyrgdarfull/ur og fyrikomandi
- hevur góð samstarvsevni
- hevur lætt við at seta teg inn í nýggjar telduskipanir
- samskiftir á føroyskum
Um starvið
Vit bjóða tær viðkomandi skeið innan trygd og arbeiðsumhvørvi. Tú verður partur av einari fyritøku, sum hevur víðfevnandi virksemi kring allar Føroyar. Starvsfólkahópurin hjá okkum telur umleið 100 starvsfólk, harav tvey starvast í móttøkuhøllini. Vit eru errin av okkara starvsfólkum, og eru tað nógv av okkara starvsfólkum, ið hava starvast hjá IRF í nógv ár.
Løn- og setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv í dagtímunum. Arbeiðsstaðurin er á Hagaleiti í Leirvík. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og Føroya Arbeiðarafelag. Ynskiligt er, at tú byrjar í starvinum skjótast gjørligt.
Umsóknarfreist
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Sverra Danielsen, leiðara, á tlf. 234251 ella Andrias Joensen, tekniskur leiðari, á tlf. 234214.
Umsóknarfreistin er 21. oktober 2025. Søk starvið umvegis leinkið her: Arbeiðsfólk til móttøkuhøllina hjá IRF
Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar. Í fjør tók IRF ímóti og viðgjørdu 36.000 tons av burturkasti og 10.000 tons av tyrviburturkasti.
Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins á www.irf.fo