Barnaverndartænastan í VEKS
Útgivið
13. oktober 2025
Útgongur
9. november 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Barnaverndartænastan í VEKS søkir eftir skrivstovufólkið, at byrja frá 1. januar 2026 ella
eftir avtalu.

Um Barnaverndartænastuna:
Barnaverndartænastan í VEKS fevnir um Vestmanna, Eiðis, Kvívíkar og Sunda kommunur, og er staðsett á Oyrarbakka. Á Barnaverndartænastuni starvast tríggir sosialráðgevar, leiðari og vit síggja fram til, eisini at fáa skrivara í starvsfólkahópin.

Uppgávan hjá Barnaverndartænastuni er at tryggja, at børn, sum sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan rættstundis, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sum skrivstovufólk ella líknandi
    Góðir málsligir og skrivligir førleikar, serliga á føroyskum
    Royndir innan almenna fyrisiting er ein fyrimunur

Vit ímynda okkum ein starvsfelaga, sum:

  • kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
    er tænastusinnað/ur, fyrikomandi og álitsfull/ur
    hevur gott yvirlit og tolir at arbeiða undir trýsti
    tolir at vera avbrotin í sínum arbeiði
    hevur góð evni at samstarva, samskifta og samskipa

Arbeiðsuppgávan umfatar m.a.:
Tú kemur, í tøttum samstarvi við leiðaran á Barnaverndartænastuni og starvsfólkini á deildini, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki. Umframt skrivarauppgávur í mun til málsviðgerðina á deildini, fevnir starvið eisini um journal, postmóttøku, móttøku av viðskiftafólki og telefonmóttøku. Harumframt eisini at fyrireika fundir, samskipan av ymiskum fundarvirksemi, loysa ávísar uppgávur viðvíkjandi umsiting av samsýningum til fosturforeldur og stuðlar, skráseta hagtøl og fyrireika avgreiðslu av innlitsumbønum v.m.

Setanarviðurskifti
Starvið, ið er á 20 tímar um vikuna, verður sett sambært sáttmála millum KAF og Starvsfelagið. Starvsstaðurin er á kommunuskrivstovuni hjá Sunda kommunu á Oyrarbakka.

Nærri upplýsingar:
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Karin Joensen, leiðara fyri Barnaverndartænastuna, á tlf. 297201 ella umvegis teldupost á karinj@sunda.fo.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, CV, viðmælum o.ø. skal sendast til:

Barnaverndartænastan í VEKS, Oyrarbakkavegur 3, FO- 400 Oyrarbakki. Ella við telduposti á karinj@sunda.fo

Freistin at søkja starvið er sunnudagin 9. november 2025.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið