Landssjúkrahúsið
Útgivið
15. oktober 2025
Útgongur
27. oktober 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Ert tú læknaskrivari og tørvar nýggjar avbjóðingar og luftskifti, so er ein einastandandi møguleiki her.

Okkara lítla, men dugnaliga og framfýsna læknaskrivaratoymi á Psykiatriska deplinum tørvar ein nýggjan toymislim 1. desember 2025, ella so skjótt tað liggur fyri. Hevur tú hug at arbeiða fulla tíð, so ber tað væl til - og hevur tú hug at arbeiða niðursetta tíð, so finna vit eisini út av tí. Tað er umráðandi, at vit laga arbeiðstíðirnar til tín tørv eisini.

Fyri aðru ferð í føroya søgu, so flytir psykiatriska viðgerðartilboðið í nýmótans og nýbygd hølir. Tað hendi í 1969, tá flutt varð inn á Eirargarði, og tað hendir skjótt aftur, tá vit flyta í tann nýggja bygningin á Landssjúkrahúsinum. Tað gleða vit okkum til og eru spent upp á, at tú eisini kundi komið við.

Læknaskrivarauppgávurnar eru sera fjølbroyttar, og vit leggja dent á, at alt okkara arbeiði verður væl úr hondum greitt - og tí skalt tú duga tíni ting.

Tú skal hava útbúgving sum læknaskrivari og megna at samstarva við okkum í toyminum. Vit vilja hava ein læknaskrivara, sum dugir at tillaga seg broytingar og kann verða við til at skapa okkara nýggja arbeiðspláss.

Tú mást duga at samstarva við nógvar aðrar fakbólkar og duga at tillaga teg til ymsar arbeiðsuppgávur.

Vit kunnu bjóða tær at arbeiða á einum arbeisðplássi, har tað er góður møguleiki at fáa ávirkan á uppgávuloysnirnar, og har vit hava virðing fyri hvørjum øðrum og ymiskleikanum okkara millum.

Vit hava eisini góðar møguleikar at menna okkum í okkara arbeiði, og so hava vit tað gott saman.

sí lýsing her

Líknandi størv

16. december 2025
Kringvarpið søkir eftir journalisti   Faroe Islands nýtt
16. december 2025
16. december 2025
16. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið