Runavíkar Kommuna
Útgivið
15. oktober 2025
Útgongur
26. oktober 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Dámar tær at vera úti – í regni, sól og vindi – saman við børnum, sum spæla og læra í náttúruni?

Vit leita eftir námsfrøðingi, hjálparfólki ella námsfrøðilesandi til eina lítla stovu, har vit eru nógv úti. Á stovuni starvast í løtuni tveir námsfrøðingar og tvey hjálparfólk. Starvið er 30–40 tímar um vikuna og vit eru klár at taka ímóti tær skjótast gjørligt.

Um okkum:
Barnagarðurin á Mýrunum liggur beint við Toftavatn – tí grønu og fríu náttúruperluni. Vit spæla nógv í náttúruni, forvitnast eftir fuglum og kyktum og brúka náttúruna sum eitt menningaramboð. Vit ganga túrar og vitja Bylgjuna, Bókasavnið og Ellisheimið og skapa ein gerandisdag, har børnini eru virkin og forvitin.

Á stovninum eru fýra barnagarðsstovur og tvær vøggustovur. Stovnurin er normeraður til 104 børn, 0–6 ár. Útibarnagarðsstovan heldur til í Skótahúsinum, skamt frá Barnagarðinum á Mýrunum. Í útibarnagarðsstovuni ganga uml. 12 børn í aldrinum 3-5 ár.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið