Lýsing
SPORT 24 á Tvøroyri sóknast eftir einum starvsfólki, sum kann verða partur av okkara toymi, nakrar tímar um mánaðin. Tú kemur at arbeiða fast annan hvønn leygardag, umframt tá tørvur er á eyka hondum í samband við feriu ella jólasølu.
Vit ynskja at tú kann byrja beinanvegin.
Sum starvsfólk vænta vit, at tú dugur, at:
- Veita kundatænastu og ert smílandi/fyrikomandi
- Samskifta við kundarnar og helst á føroyskum
- Síggja, nær handilin hevur tørv á eini uppfrískan
Týdningarmest av øllum er, at tú tekur ábyrgd og ert skipað/ur. Tú stuðlar uppundir eina positiva virkismentan. Vit arbeiða hvønn dag í felag, at skapa tað góða arbeiðsplássi. Hetta kann bert gerast veruleiki, um hvørt einasta starvsfólk gongur á odda fyri hjálpsemi og blíðskapi mótvegis øðrum starvsfeløgum – bæði nær og fjar.
Umsókn
Í umsóknini mást tú greiða frá, hvat tú gert til dagligt, og hvussu hetta t.d. kann hanga saman við starvinum.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær áðrenn 9. november á midnátt.
Umsóknin skal sendast til Ásu Pólsdóttir, starvsfólkaleiðara á asa@sport24.fo
Um tú hevur spurningar um starvið, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ásu umvegis teldupost ella tlf. 257786, gerandisdagar millum kl. 10:00 – 15:00.
SPORT 24 Føroyar umfatar tríggjar handlar, sum eru: SPORT 24 Klaksvík, SPORT 24 Tvøroyri og SPORT 24 Outlet í Hoyvík. Umframt hesar eindir, so eru starvsfólk eisini tilknýtt goymsluni, kontórinum - og TEAM SPORT, sum er søla til ítróttarfeløg og líknandi.