Lýsing
Strandarlon á Boðanesheiminum søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi at byrja 1. januar 2026.
Um deildina
Strandarlon er ein av trimum deildum á Boðanesheiminum. Vit hava góðar karmar og arbeiðsumstøður. Trivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum. Á Strandarlon miða vit eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag. Málið er at búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast og hava tað gott.
Nógvar fakligar avbjóðingar eru innan fyri fleiri sjúkubólkar, eins og vit alsamt arbeiða við at menna vitan og mannagongdir innan fleiri økir. Rehabilitering og viðlíkahald av verandi førleikum er eitt av málunum, við tí røkt og viðgerð sum verður veitt.
Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Dentur verður lagdur á tætt tvørfakligt samstarv við fysio- og ergoterapeutar, sjúkrahúsini og kommunulæknar.