Lýsing
Vit leita eftir eldhugaðum flogternum og -tænarum til fríyrkis størv komandi ár. Sum fríyrkis flogterna/-tænari hjá okkum sleppur tú at royna teg í avbjóðandi starvi saman við dugnaligum starvsfeløgum í framtakshugaðari fyritøku.
Sum partur av okkara cabin crew ert tú andlitið hjá Atlantic Airways úteftir. Tú bjóðar teimum ferðandi vælkomnum umborð og syrgir fyri, at teirra ferð er trygg, stundislig og ómakaleys. Saman við toyminum umborð setir tú okkara viðskiftafólk í miðdepilin og vísir teimum, at Atlantic Airways er eitt flogfelag við fyrstafloks tænastu.
Krøv
Fyri at søkja starvið skalt tú:
- kunna verða heilsugóðkend/-ur at fáa flúgviloyvi. Tað merkir, at tú hevur góða heilsu – bæði krops- og sálarliga
- hava vanliga sjón (m.a. vanliga litsjón), umframt vanliga hoyrn
- megna at svimja 200 metrar
- vera í minsta lagi 20 ár
- duga at samskifta á føroyskum og í minsta lagi á einum norðurlendskum máli, umframt á enskum
- ongar sjónligar tatoveringar hava
- kunna møta á flogvøllinum innan 90 minuttir
- fylgja klædnapolitikkinum hjá Atlantic Airways
Neyðugt er at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanningina av lívsrensli (cv).
Rúsevnisroynd verður framd hjá øllum útvaldum umsøkjarum, soleiðis at umsøkjarin kann verða góðkendur til neyðugu skeiðini.
Tað er eitt krav at fáa góðkent heilsuprógv fyri at byrja á skeiði. Eisini er tað eitt krav at klára royndirnar á skeiðunum fyri at kunna verða sett/ur í starv.
Um teg
Vit leita eftir tær, sum:
- hevur miðnámsskúlaútbúgving og/ella royndir í tænastuvinnuni
- tekur ábyrgd og ert ein viðleikari, sum hugsar í loysnum
- dugir væl at leggja arbeiðið til rættis, ert skipað/-ur og hevur yvirlit
- ert fleksibul, tá ið tað er neyðugt og megnar at arbeiða undir trýsti
- ert sjálvstøðug/-ur, men trívist væl í tøttum samstarvi við onnur
- hevur nógva orku og brennir fyri góðari tænastu
- dugir og ert tilvitað/-ur um at gera ferðina hjá okkara viðskiftafólki so trygga, stundvísa og smidliga sum gjørligt
Setan
Setanin er tíðaravmarkað frá 1. mai 2026 til 31. oktober 2026.
Setanarsamrøður verða í viku 49 og 50. Áðrenn tú byrjar, skalt tú á skeið. Skeiðið verður í viku 9, 10, 11 og 12. Vika 9 í Føroyum og vika 10-12 í Keypmannahavn.
Ferð, uppihald og dagpeningur til mat verður latið teir dagarnar, tú luttekur á skeiðinum. Starvsvenjing umborð á flogførunum verður eftir nærri avtalu.
Arbeiðstíð og -staður
Tá ið tú hevur tikið skeiðið, staðið kabinustarvsroyndina og fingið heilsugóðkenning, skalt tú vera tøk/-ur til neyðugu starvsvenjingina á okkara flogførum, soleiðis at tú ert endaliga til reiðar at arbeiða fulla tíð eftir nærri avtalu. Starvið er við støð í Føroyum. Løn og dagpeningur sambært galdandi sáttmála. Vit vænta, at tú kanst arbeiða skiftandi arbeiðstíðir.
Umsóknir
Hevur tú hug at søkja starvið, trýstir tú á “Søk starvið”.
Umsóknarfreistin er tann 17. november 2025. Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
Vilt tú vita meira?
So kanst tú seta teg í samband við Palmu Kajsdóttir, kabinuovasta, tel. 220 132 og teldupostur: palma@atlantic.fo ella Heidi Gullaksen, HR leiðara, tel. 213 702 og teldupostur: heidig@atlantic.fo