Eysturkommuna
Útgivið
6. november 2025
Útgongur
18. november 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Eitt starv er leyst at søkja á Giljagarði frá 1. januar 2026 ella skjótast aftaná. Arbeiðstíðin er í miðal 28 t/viku í blandaðum vaktum og annað hvørt vikuskifti.

Á Giljagarði eru 10 búpláss, og har starvast heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar, hjálparfólk umframt reingerðarfólk. Umframt vanligu røktarnormeringina er sjúkrarøktarfrøðingur eyka tríggjar dagar um vikuna. Eisini koma fysio- og ergoterapeutar regluliga á Giljargarð.

Sum heilsurøktari kemur tú, umframt at veita røkt og umsorgan til búfólk, at hava samábyrgd av umsiting og dosering av heilivági, skjalfestan og møguligum læknasamskifti, at tryggja, at viðkomandi virðir verða máld og skjalfest og at miðla vitan til starvsfelagar.

Sum heilsuhjálpari kemur tú m.a. at veita eina góða og grundleggjandi røkt og umsorgan fyri búfólkunum, at eygleiða og boða frá broytingum, at tryggja heilivágsgevan til búfólk.

Vit leggja dent á, at umsøkjarin hevur:

  • Áhuga í at veita røkt og umsorgan, og at skapa innihald í degnum til eldri búfólk
  • Áhuga í at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
  • Evnir at samstarva við aðrar fakbólkar
  • Evnir at handfara skiftandi tørvir hjá borgarunum

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og jaligt arbeiðsumhvørvi
  • Góða innleiðslu
  • Góðar og hugnaligar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Gott samstarv við aðrar fakbólkar
  • Møguleikar fyri førleikamenning
  • At venja ókeypis á Miðstøðini í Leirvík

Um eingin við útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari søkir starvið, tilskila vit okkum rætt at seta onnur í tíðaravmarkað starv. Vit bjóða góða upplæring og arbeiðsuppgávurnar verða tillagaðar.

Setan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Um tú ynskir nærri kunning, ert tú vælkomin at ringja til Almu Samuelsen, deildarleiðara á tlf. 730282.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og CV skulu sendast við telduposti til: alma@eystur.f ella í brævi til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta og skulu vera okkum í hendi seinast týsdagin 18. november 2025.

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Samstarvið hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri borgarar við demensi, heimasjúkrarøkt og heimahjálp umframt fysio- og ergoterapi. Sí meira um Nánd her

 

Líknandi størv

Skrivstovufólk til Sjónám   Faroe Islands nýtt
6. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið