Sjónám
Útgivið
6. november 2025
Útgongur
24. november 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Eitt hálvtíðarstarv sum skrivstovufólk í fyrisitingini á skúlanum er leyst at søkja.

Tú kemur saman við deildarleiðara og skrivstovufólki at at arbeiða í miðdeplinum á skúlanum og vera sambindingarlið millum starvsfólk, næmingar og viðskiftafólk.

Á skúlanum er skiparaútbúgving, skipsatstøðarútbúgving og martimt skeiðsvirksemi.

Nakrar av arbeiðsuppgávunum eru:

  • Røkja inn- og útgangandi samskifti umvegis telefon og KT-skipanir
  • Roknskapar- og bókhaldsarbeiði í Búskaparskipan Landsins
  • Umsiting av heimasíðu og øðrum miðlaamboðum
  • Vanliga málsviðgerð
  • Fakturering og bóking
  • Fyrireiking og umsiting av próvtøkum
  • Aðrar fyrifallandi skrivstovuuppgávur

Vit vænta:

  • At tú hevur skrivstovuútbúgving og royndir innan almenna fyrisiting
  • Hevur góðan kunnleika til KT
  • Ert eldhugað, opin og jalig
  • Hevur góð evni at samskifta munliga og skrivliga
  • Hevur hugburð og góð evni til samstarv
  • Kanst arbeiða við skiftandi uppgávum og
  • Trívist væl millum starvsfólkk, næmingar og viðskiftafólk

Vit bjóða

  • Eitt skiftandi og avbjóðandi starv
  • Eitt starv har tú sjálv kanst forma uppgávurnar
  • Gott arbeiðsumhvørvi
  • Góðar starvsfelagaðar og næmingar

Arbeiðstíðir skifta millum fyrrapartar og seinnapartar mánadag til hósdag eftir avtalu.

Løn og setanartreytir eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Umsókn við CV skal sendast skúlarstjóranum á runih@tsk.fo í seinasta lagi 24.novembur kl.12.00.

Sjónám Faktorsvegur 14, FO-700 Klaksvík http://sjonam.fo

Líknandi størv

Mekanikari við rullandi verkstaði   Faroe Islands nýtt
6. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið