Lýsing
Vit leita eftir einum fyrikomandi og eldhugaðum fulla- ella parttíðarstarvsfólki og lærlingi, sum hevur hug at arbeiða í einum fjølbroyttum og livandi umhvørvi. Tú verður partur av einum toymi, sum arbeiðir tvørtur um tríggjar handlar: Sirri, Sport 24 Outdoor og Østrøm. Hetta merkir, at eingin dagur er eins – tú fært royndir innan bæði føroyska sniðgeving, frítíð og livsstíl.
Vit bjóða tær:
• Eitt mennandi og læruríkt arbeiðspláss
• Sterkt og hjálpsamt toymi, har tú kennir teg sum part av felagsskapinum
• Góða upplæring
• Sosialt og livandi arbeiðsumhvørvi
• Part av einum fjølbroyttum samtaki við fleiri handlum og møguleikum
Tú kemur at:
• Ráðgeva og selja til kundar
• Móttaka og seta upp vørur
• Halda handilin reinan og innbjóðandi
• Arbeiða við kassa, goymslu og skipan
Vit vóna, at tú:
• Ert ábyrgarfull/ur, arbeiðssom/samur og forvitin
• Ert smilandi, álítandi og dugir at samskifta við kundar, bæði á føroyskum og enskum/donskum
• Dugur at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
Søk við at senda umsókn og lívsrensl til starv@skalkur.fo.
Starvini vera sett tá røttu starvsfólkini eru funnin.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær