Lýsing
Um starvið
Talan er um eitt starv 40 tímar um vikuna at seta frá 01.01.2026 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum. Starvsstaðurin er á Argjum.
Arbeiðsuppgávur
Verkstaðið Vón er eitt arbeiðspláss fyri vaksin fólk við menningartarni, sum ikki kunnu røkja arbeiði á arbeiðsmarknaðinum undir vanligum treytum.
Á verkstaðnum eru fýra deildir: seymideild, pappírsdeild, timburdeild og kantina. Afturat hesum hava vit ymisk kreativ verkstøð, har møguleiki er at arbeiða við eitt nú leiri, glasi, sangi, rørslu, lasara, teldu og grafikki.
Í løtuni hava umleið 40 borgarar arbeiðstilboð á verkstaðnum, og 13 starvsfólk við námsfrøðiligari ella handverkaraútbúgving eru í starvi.
Námsfrøðiliga arbeiðið liggur í at menna fólkini gjøgnum arbeiðsuppgávurnar, og at arbeiða fram ímóti at stuðla teimum, sum megna tað, at taka á seg arbeiði á vanliga arbeiðsmarknaðinum.
Vit leggja eisini stóran dent á sosiala partin, og á at verkstaðið gjøgnum námsfrøðilig tiltøk, er eitt gott arbeiðspláss har øll trívast.
Vit arbeiða út frá hugsjónini, at øll kunnu mennast óansæð avbjóðingar. Vit leggja dent á, at allir borgarar fáa møguleika at brúka síni evni og at menna sínar førleikar.
Vit arbeiða m.a. við støðið í KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðum borgarans.
Uppgávurnar fevna eisini um at gera virkisætlanir, skjalfesta eygleiðingar og eftirmeta hesar í tøttum samstarvi við starvsfelagarnar. Starvið er á seymideildini, men kann verða umskipað til aðrar deildir.
Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er