Búsetur
Útgivið
10. november 2025
Útgongur
21. november 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Búsetur, sum arbeiðir við ymiskum spennandi verkætlanum kring landið, leitar nú eftir einum ábyrgdarfullum og handaligum starvsfólki, sum kann taka sær av okkara amboðum, tilfari og goymslu, og vera ein týdningarmikil partur av okkara toymi.

Arbeiðsuppgávur

  • Umsita og halda skil á amboðum og tilfari á goymsluni
  • Tryggja, at arbeiðsamboð og tilfar eru tøk og í góðum standi
  • Koyra út og levera tilfar til verkætlanir kring landið
  • Annað praktiskt arbeiði á verkstaðnum
  • Samstarva við arbeiðsleiðarar og handverkarar fyri at tryggja góða gongd á verkætlanunum

Vit ímynda okkum, at tú

  • Hevur handverksliga bakgrund (t.d. snikkari, timburmaður ella líknandi) – er ein fyrimunur
  • Hevur koyrikort til persónbil (og gjarna eisini til lastbil ella trukkur, men tað er ikki krav)
  • Er skipaður, álítandi og kann arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða

  • Eitt trygt og stabilt starv í einari sterkari byggifyritøku við góðum arbeiðsumhvørvi
  • Góðar arbeiðsumstøður
  • Felagsskap við dugnaligum og góðum starvsfeløgum

Umsóknarfreist:
21. november 2025

Um spurningar eru, ber til at ringja á 230859 ella senda teldupost á busetur@busetur.fo

send umsókn

Líknandi størv

10. november 2025
Handverkari til Ítróttaanlegg   Faroe Islands nýtt
10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið