Sjóvar Kommuna
Lýsing
Søkt verður eftir vaskifólki til Stranda skúla.
Arbeiðstíðin verður millum kl. 8 og 11 hvønn skúladag.
Arbeiði verður í høvuðsheitum at syrgja fyri, at wc'ni, sum eru 14 í tali, eru rein í skúlatíðini, men eisini at rudda og vaska onnur øki.
Setanarviðurskifti og løn verða eftir sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Vit kundu hugsa okkum, at tú kanst byrja beinanveg, ella so skjótt sum til ber.
Send okkum eina umsókn á sjk@sjovar.fo innan fríggjadagin 21. november kl. 12:00. Sjóvar kommuna