Lýsing
(30 tímar um vikuna)
Dámar tær at gera heilsugóðan og spennandi mat? Trívist tú væl í einum umhvørvi, har tú veruliga gert mun? So kanst tú vera nýggja køksstjørnan hjá Sjóndeplinum!
Vit søkja eftir einum eldhugaðum og ábyrgdarfullum starvsfólki, sum vil standa fyri køkinum hjá okkum, og vera ein týdningarmikil partur av gerandisdegnum hjá blindum og sjónveikum brúkarum.
Hvat fert tú at arbeiða við?
- Tú hevur dagliga ábyrgd av køkinum
- Tú gert vælsmakkandi og heilsugóðan mat til brúkarar og starvsfólk
- Tú tekur tær av innkeypi og hevur yvirlit yvir matvørur
- Tú planleggur og gert vikuætlanir
- Tú ert blindum og sjónveikum brúkarum til hjálpar.
Vit ynskja okkum ein, sum…
- hevur royndir við at gera mat til nógv fólk
- hevur koyrikort
- trívist við at arbeiða sjálvstøðugt
- er jaligur, fyrikomandi og dugir væl at samstarva
- hevur hugflog og brennur fyri heilsugóðum mati
Hvat fært tú aftur?
- Góða frálæru í sjón og sjóntrupulleikum
- Arbeiðshættir, ið eru lagaðir til blind og sjónveik
- Góðar arbeiðsumstøður og rúm fyri menning
- Ein dagligan gerandisdag, har tú veruliga gert mun!
- Sera fittar starvsfelagar og eitt gott arbeiðspláss!
Løn og umsókn
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Arbeiðskvinnufelagið.
Starvið verður sett 1. januar 2026 ella skjótast gjørligt.
Skrivlig umsókn við prógvum og CV skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. november 2025.
Send umsóknina til
Teldupost: biv@sjondepilin.fo
ella
Sjóndepilin
Att.: Leiðarin