Lýsing
Søkt verður eftir einum lærara í tíðaravmarkað fulltíðarstarv vegna barnsburðarfarloyvi at byrja 05.01.2026 til og við 18.06.2026.
Førleikakrøv:
Umsøkjararnir skulu hava læraraútbúgving og mugu hava førleika at undirvísa í:
alisfrøði, landafrøði, lívfrøði og støddfrøði í hádeildini.
Søkt verður eftir lærarum, sum :
- undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
- áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
- duga væl at samstarva og samskifta
- eru fús og hugað fyri toymisarbeiði
- vilja fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin
Lønar- og setanartreytir.
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, ið settur verður, er
tænastumannsettur lærari frammanundan. Starvið verður lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2
sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, C.V. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum
í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 28. november 2025 kl. 10.00.
Umsóknir skulu sendast til rks@skulin.fo
Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Duritu P. Joensen, skúlastjóra á tlf. 477332 & 217331, ella á t-post : durita.joensen@skulin.fo
_____________________________________________________________________
Runavíkar kommunuskúli hevur 515 næmingar og 72 starvsfólk.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo