Atlantic Airways
Útgivið
17. november 2025
Útgongur
1. december 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært

Lýsing

Okkum tørvar stýrimenn M/K at flúgva okkara Airbus A320 flogfør komandi summar. Sum stýrimaður hjá Atlantic Airways sleppur tú at royna teg í avbjóðandi starvi við dugnaligum starvsfeløgum í framtakshugaðari fyritøku.

Saman við okkara royndu skiparum og stýrimonnum verður tað millum annað tín uppgáva á professionellan hátt at halda tey høgu krøv, tænastur og væntanir, sum verða sett Atlantic Airways.

Talan er um tíðaravmarkað starv í summarhálvuni frá 1. mai til 31. oktobur 2026.

Krøv
Fyri at søkja starvið skalt tú hava:

  • ATPL(A)
  • MPL(A)
  • IR(A)ME
  • General Flight Radiotelephone Operator Certificate (GEN)
  • Medical Class 1
  • ICAO Language Proficiency við stigi 4 í enskum

Tey, ið verða vald, skulu ígjøgnum lógarkravda persónsgreining (Psychological Assessment), áðrenn tey fáa starvið.

Harafturat er tað eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanning av lívsrensli (cv).

Vit leita eftir tær, sum:

  • Dugir og ert tilvitað/-ur um at gera ferðina hjá okkara viðskiftafólki so trygga, stundvísa og smidliga sum gjørligt
  • Ert ábyrgdfull/-ur og arbeiðir málrættað og professionelt
  • Kanst arbeiða undir trýsti og trívist væl í tøttum samstarvi við onnur
  • Ert fleksibul
  • Kennir føroysk viðurskifti og hevur loyvi at búgva og arbeiða í Norðurlondum og EU

Arbeiðstíð og -staður
Starvið er við støð í Sørvági, Keypmannahavn ella Billund. Løn og dagpeningur eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya.

Umsóknir
Hevur tú hug at søkja starvið sum stýrimaður hjá Atlantic Airways, trýstir tú á “Søk starvið”.

Umsóknarfreistin er 1. desember 2025. Vit gleða okkum at móttaka tína umsókn!

Vilt tú vita meira um starvið?
Set teg í samband við Sámal Danielsen, flogovasta, tel. +298 213 913, t-post samal@atlantic.fo, Ellef Ellefsen, chef pilot, +298 228 741, ellef@atlantic.fo ella Heidi Gullaksen, HR leiðara, tel. +298 213 702, t-post heidig@atlantic.fo.

Linket til ansøgningsskemaet er
Linket til annoncen til vores hjemmeside er

Líknandi størv

17. november 2025
17. november 2025
Deildarleiðari til TAKS í Klaksvík   Faroe Islands nýtt
17. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið