LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
8. september 2022
Útgongur
15. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Sum demenssamskipari hevur tú møguleikan at ogna tær dagførda vitan um demenssjúkur og styrkja tínar førleikar at arbeiða við fólki við demensi.

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum demenssamskipara til Demensklinikkina til setan 01.12.2022. Starvið er á starvsbrøki 0,8. Arbeitt verður í dagtíð gerandisdagar.

Starvskarmar og innihald
Demensklinikkin veitir landsins borgarum eitt dygdargott tilboð til demenssjúk, umfatandi útgreining, viðgerð og ráðgeving.

Starvið er partur av skipanini við landsdemens samskiparum, og í stuttum kann sigast, at starvið er at samskipa demensumsorganina í samspæli millum tey við demensi, teirra avvarðandi, sjálvboðin, leiðslur, starvsfólk og myndugleikar – vit hava tann demensrakta í miðdeplinum.

Tú kemur at arbeiða við útgreining fyri demens og upplæringina fært tú hjá okkum. Tú skal sita við endan og samskipa tað, sum gerast skal saman við kommunalu demenssamskiparunum. Títt umráði verður NÀND og Vesturvón. Tað er ein náttúrlig uppgáva hjá okkum at ráðgeva og vegleiða tey við demens og teirra avvarðandi, sum eru ein sera umráðandi samstarvsfelagi.

Hvør ert tú?
Tú ert útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, sum ert sinnað/ur at læra meira um sjúklingar við ymiskum demenssjúkum – og hevur møguleikan at fara burturfrá tí tú nú fæst við og royna nakað annað.

Tú kennir teg aftur, tá vit siga:
Tú hevur eitt ynski um at styrkja tínar førleikar um demens. Vit eru her fyri sjúklingarnar. Teimum tørva, at vit møta teimum við yvirskoti í eini svárari tíð fyri tey og teirra avvarðandi. Tú dugir at møta fólki og teirra lívssøgu við tolni og á rúmligan hátt og kanst hjálpa at skapa samanhang í eini ósamanhangandi uppliving av tilveruni.

Tú ert ein liðleikari. Sum toymi hava vit brúk fyri styrkjunum og ymiskleikanum hjá hvørjum øðrum fyri best at koma at málinum. Tá vit skulu arbeiða tvørfakliga er umráðandi at tú sum starvsfelagi hevur virðing fyri øðrum starvsfeløgum og ert opin fyri íblástri frá øðrum og dugir at læra frá tær.

Tí skalt tú søkja arbeiði hjá okkum.

Hvørji eru vit?
Tú fært nakrar dugnaligar og eldhugaðar starvsfelagar, sum brenna fyri demensøkinum, og sum kunnu geva tær dygdargóða vitan á økinum. Summi hava arbeitt her í mong ár, summi eru komin seinni, men øll stremba eftir at skapa eitt gott arbeiðspláss, har vit altíð gleða okkum at koma til arbeiðis.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsningar um starvið fáast við at seta seg í samband við Marjun Restorff, eindarleiðara á Demensklinikkini, á tlf. 304500 - lokal 4464 ella t-post marre@ls.fo, Halldis Joensen verkætlannarleiðara á t-post halje@ls.fo ella til depilsleiðaran Eydnu Iversen Lindenskov á t-post eydna.lindenskov@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 15.09.2022.

Vinarliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “Um okkum”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

 

Líknandi størv

9. marts 2026
Sølufólk til Posta   Faroe Islands nýtt
9. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið