Lýsing
Kom við á okkara toymi!
Hevur tú stóran áhuga í mekanikki og framkomnari tøkni, og dámar tær væl at hava skil á tingunum og arbeiða eftir forskriftum? So hava vit kanska eitt lærupláss til tín.
Sum lærlingur hjá Atlantic Airways verður tú partur av einari dynamiskari fyritøku og einum dugnaligum og jaligum toymi, sum dagliga hevur eftirlit við og tryggjar, at okkara flogfør og tyrlur eru til reiðar at fara á flog. Tú fært holla og umfevnandi innleiðslu í og vitan um viðlíkahald og umvæling av flogførum og tyrlum. Tað verið seg mekanikk, pneumatikk, hydraulikk og elektronikk.
Alt hetta er neyðugt fyri, at vit framhaldandi kunnu reka og menna okkara tjóðarflogfelag, har vit knýta Føroyar at umheiminum og gera Føroyar atkomuligar. Ljóðar hetta sum nakað fyri teg, er tað heilt víst tær, vit leita eftir.
Um teg
Vit leita eftir tær, sum:
- Gongur høgt upp í at halda reglur og trygdarviðtøkur á økinum
- Hevur evni og gott handalag at arbeiða við amboðum, tøkni og mekanikki
- Hevur hug at arbeiða bæði analogt og talgilt - við pappíri eins og við teldu
- Hevur góðar samskiftisførleikar á føroyskum, donskum og enskum
- Arbeiðir væl sjálvstøðugt og saman við øðrum
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarar hava grundskeið í flogmekanikki, miðnám og støddfrøði á C-stigi.
Afturat hesum er tað eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanningina av lívsrensli (cv).
Lærutíðin
Lærutíðin er samanlagt fýra og eitt hálvt ár. Handverksfrálæran fer fram í Føroyum og møguliga á útistøðunum hjá felagnum og á øðrum viðkomandi verkstøðum.
Skúlaskeiðini fara fram á TEC-Aviation í Hvidovre í Danmark.
Arbeiðstíð og -staður
Starvsstaðurin er á flogvøllinum. Talan er um fulltíðarstarv. Í lærutíðini er lønin ásett sambært sáttmála millum Atlantic Airways og avvarðandi fakfelag.
Umsókn
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Hevur tú hug at koma í læru sum flogteknikari hjá Atlantic Airways, so søkir tú við at trýsta á “SØK STARVIД. Umsóknarfreistin er sunnudagin 7. Desembur 2025.
Vilt tú vita meira?
Hevur tú spurningar um eitt hvørt, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Richard Johansen, tekniskan leiðara á Part-145, tel. 213 785, t-postur richard@atlantic.fo, ella við Heidi Gullaksen, starvsfólkaleiðara, tel. 213 702, t-postur heidig@atlantic.fo