Lýsing
Hevur tú grønar fingrar og elskar at arbeiða úti í náttúruni? So er tað kanska júst tær, vit leita eftir, tí Runavíkar kommuna søkir eftir gartnara, sum vil vera við til fáa okkum at blóma.
Um starvið
Sum gartnari í Runavíkar kommunu fert tú at hava yvirskipaðu ábyrgdina av at røkja og prýða grønu økini. Tú fert m.a. at arbeiða við fríøkjum, í miðbýnum og kring kommunalar stovnar og bygningar v.m.
Tú fert eisini at hjálpa til og fríðka um í samband við ymisk tiltøk og hátíðarhald í kommununi.
Tú verður úti stóran part av degnum og við tí fært tú góðan møguleika fyri at ávirka egnan arbeiðsdag.
Starvsstaðurin er øll kommunan – úr Elduvík til Æðuvíkar, men tú arbeiðir út frá rakstrardeildini á Lambareiði. Tí er umráðandi at tú hevur koyrikort.
Vit ímynda okkum, at tú:
- Ert útbúgving gartnari ella líknandi.
- Hevur gott eygað fyri at prýða um og ert skapandi.
- Ert røkin og arbeiðssom/-samur
- Dugir at arbeiða sjálvstøðug og í toymi.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir sum gartnari.
Tað praktiska
- Starvsbyrjan: Í seinasta lagi 1. Februar 2026
- Setanarsáttmáli: Eftir avtalu millum avvarandi fakfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
- Umsóknarfreist: 7. Desember 2025
- Send umsókn, lívsrensl og onnur viðkomandi skjøl umvegis www.alfred.fo
Spurningar?
Ring til Ragnar Rógvason, rakstrarleiðara, á tlf. 417000.
Kom við og set tín dám á grøna lívið í Runavíkar kommunu!