Lýsing
Vit byggja, baka, dansa og syngja – vilt tú spæla við?
Námsfrøðingur til Barnahúsið Sellan á Skála
Hevur tú hjarta fyri børnum, gleði av spæli og trúgv á, at tær smáu løturnar gera mun?
So ert tú júst tann, vit leita eftir í Barnahúsinum Sellanum á Skála!
Um okkum
Barnahúsið Sellin er eitt livandi og fjølbroytt barnahús við 60 børnum, býtt á:
- tvær vøggustovur
- tvær barnagarðsstovur
Harumframt hava vit ein sjálvstøðugan frítíðarstovn.
Vit hava góðar og hugnaligar umstøður við fjølbroyttari náttúru nær við stovnin, atgongd til ítróttarhøll og tøttum samstarvi við skúlan.
Vit eru ein felagsska ur, sum trýr upp á spæl, nærveru og gleði sum kjarnuna í barnalívinum.
Vit leita eftir
- Einum námsfrøðingi til eina barnagarðsstovu, og
- Einum námsfrøðingi til eina vøggustovu
Tú verður ein partur av einum toymi, har vit skapa tryggleika, menning og gleði — bæði fyri børn og vaksin.
Hvat tú fert at gera
- Vera við til at skapa skapar tryggleika, gleði og menning.
- Spæla, byggja, dansa, baka, syngja og gera ævintýruppgávur saman við børnunum.
- Fara túrar í ríku og vøkru náttúruni á Skála og geva børnunum góðar upplivingar.
- Hjálpa børnunum at finna sínar egnu styrkir og menna seg í spæli og samveru.
- Samstarva við foreldur og starvsfelagar, so vit øll fáa ein tryggan og mennandi gerandisdag.
Vit leita eftir tær, sum
- Hevur útbúgving sum námsfrøðingur – ella ert hjálparfólk við royndum og eldhuga.
- Er opin, blíð/ur, kreativ/ur og álítandi.
- Sært gleðina í teimum smáu løtunum.
- Sært møguleikar við at geva børnunum eitt ríkt útilív.
Vit bjóða tær
- Góðar arbeiðsumstøður við fyrireikingartíð og rúm fyri menning.
- Eitt jaligt og fjølbroytt arbeiðspláss, har vit gera okkum ómak og hava tað stuttligt.
- Hjálpsamar og eldhugaðar starvsfelagar við stórum hjørtum.
- Møguleika at menna teg fakliga og at arbeiða við TÍTT og Marte Meo.
- Sterkt tvørfakligt samstarv.
Setanarviðurskifti
- Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
- Barnaváttan verður kravd sambært §2 í barnaváttanarlógini.
- Starvið verður sett frá 1. januar 2026.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
Send umsókn við prógvum, lívsrensli og møguligum ummælum í seinasta lagi 10. desember gjøgnum Alfred.fo.
Meira fæst at vita við at venda sær til
Sonju Einarsdóttir, leiðara, á tlf. 212252 / 667160.
Kom og verð ein partur av okkara litríka, leikandi og hjartaliga felagsskapi!