Runavíkar Kommuna
Útgivið
18. november 2025
Útgongur
7. december 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Dámar tær at vera úti – í regni, sól og vindi – saman við børnum, sum spæla og læra í náttúruni?
Vit leita eftir námsfrøðingi, hjálparfólki ella námsfrøðilesandi til eina lítla stovu, har vit eru nógv úti. Á stovuni starvast í løtuni tveir námsfrøðingar og tvey hjálparfólk. Starvið er 30–40 tímar um vikuna og vit eru klár at taka ímóti tær skjótast gjørligt.

Um okkum:
Barnagarðurin á Mýrunum liggur beint við Toftavatn – tí grønu og fríu náttúruperluni. Vit spæla nógv í náttúruni, forvitnast eftir fuglum og kyktum og brúka náttúruna sum eitt menningaramboð. Vit ganga túrar og vitja Bylgjuna, Bókasavnið og Ellisheimið og skapa ein gerandisdag, har børnini eru virkin og forvitin.

Á stovninum eru fýra barnagarðsstovur og tvær vøggustovur. Stovnurin er normeraður til 104 børn, 0–6 ár. Útibarnagarðsstovan heldur til í Skótahúsinum, skamt frá Barnagarðinum á Mýrunum. Í útibarnagarðsstovuni ganga uml. 12 børn í aldrinum 3-5 ár.

Vit leita eftir tær, sum:

  • Ert námsfrøðingur, námsfrøðilesandi ella hevur aðrar viðkomandi royndir
  • Elskar at vera úti og vil skapa ein tryggan og spennandi gerandisdag fyri børnini
  • Hevur hug at brúka náttúruna sum eitt kreativt amboð í dagliga virkseminum.

Vit bjóða tær:

  • Eitt arbeiðspláss við náttúruni og børnunum í miðdeplinum
  • Gott fakligt samstarv við dugnaligum - og hugnaligum - starvsfeløgum.
  • Møguleika at seta tín dám á gerandisdagin

Hvussu søkir tú?

  • Send møgulig prógv ella viðkomandi skjøl umvegis www.alfred.fo
  • Umsóknarfreist: 7. desember – samrøður vera dagin eftir freistina, ella eftir nærri avtalu.
  • Starvið verður sett sambært sáttmála millum Pedagogfelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (KAF).
  • Spurningar um starvið? Ring til Oslu Olsen, leiðara, á tlf. 237880

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Runavíkar kommuna skyldu at fáa til vega barnaváttan áðrenn starvsbyrjan.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

 

Líknandi størv

18. november 2025
18. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið