Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
18. november 2025
Útgongur
9. december 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Sambýli á Heygnum

Okkum tørvar ein sjúkrarøktarfrøðing at samskipa samdøgursrehabiliteringina og stutttíðarplássini á Sambýlinum á Heygnum. Tænastan verður løgd til rættis í einum tvørfakligum toymi saman við ergoterapeutum, fysioterapeutum og røktarstarvsfólkum. Tilvísing er til deildarleiðaran á Sambýlinum á Heygnum.

Nærri kunning um samdøgursrehabiliteringina fæst her: https://www.nbh.fo/fo/taenastur-til-heimabugvandi/samdoegurdsrehabilitering

Vit sóknast eftir
Sjúkrarøktarfrøðingi við setanarbroti 1,0 at byrja 01.02.2026. Arbeitt verður yrkadagar í dagtímum. Á Sambýlinum á Heygnum eru 15 pláss, fimm av hesum eru til samdøgursrehabilitering, og í løtuni eru átta stutttíðarpláss.

Førleikakrøv og karmar
Starvið krevur útbúgving og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur, eins og breiðar kliniskar royndir.

Vit vænta, at tú hevur áhuga í at arbeiða við rehabilitering í samstarvi tvørtur um fak og geirar, sum treytar, at tú hevur góð evni at samskifta, samskipa og sjálvstøðugt megnar at leggja arbeiðsgongdir til rættis.

Tænastan er í støðugari menning. Tú mást tí tola at vera í eini broytingartilgongd, har virkisfýsni og fleksibilitetur eru neyðugir førleikar.

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi starv við sera nógvum fakligum avbjóðingum og góðari innleiðslu.

Vit kunnu somuleiðis bjóða tær eitt jaligt og framtakshugað arbeiðspláss við góðum karmum, har tú fært møguleika fyri at seta tín dám á og vera partur av menningini av stutttíðarplássunum og samdøgursrehabiliteringini, sum leggur dent á at stuðla heimabúgvandi fólkapensjónistum í at megna gerandisdagin.

Visjónin, sum virksemið hjá NBH tekur støði í, er soljóðandi:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Sólgerð Vang, deildarleiðara, á tlf. 793410 ella við telduposti solgerdv@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, góðkenning v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 10. desember 2025.

Líknandi størv

18. november 2025
18. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið