Lýsing
Við hesum verður lýst eftir skrivara til Listafólkasamband Føroya (LISA) at arbeiða hálva tíð frá 1. januar 2026, ella skjótast til ber eftir hetta.
Møguleiki verður ætlandi at hækka starvsbrøkin seinni.
Uppgávurnar
Skrivarin tekur sær av dagliga virkseminum hjá LISA.
Skrivarin skal m.a.:
- Hjálpa starvsnevnd og umboðsráði við bæði fundarvirksemi og í fakligum spurningum
- Luttaka á fundum innan- og uttanlands, saman við forfólkinum ella øðrum í starvsnevndini
- Umsita skjalasavn og onnur søvn felagsins
- Hjálpa til við at gera kanningar og skriva frágreiðingar
- Hjálpa til við at skipa fyri almennum tiltøkum hjá felagnum
- Rinda rokningar og bóka skjøl til roknskapin
- Umsita heimasíðu, sosialar miðlar og aðrar PR-uppgávur
- Umsita alt samskifti við t-posti, telefon, sosialum miðlum, vanligum posti og øðrum
- Kunna um møguleikar og rættindi hjá listafólkum, og vegleiða í løgfrøðilium, listapolitiskum og øðrum viðurskiftum, sum hava týdning fyri listafólk
- Hava dagligu umsitingina av avtalum og leigumálum viðvíkjandi listafólkabýlum, venjingarhølum og øðrum hølum til listafólk og feløg teirra, sum LISA varðar av
- Umsita lyklar og trygdarskipanir eftir tørvi og kravi
Starvið Arbeiðsstaðurin er skrivstovan hjá LISA í Lützenstrøð 4 í Havn. Arbeiðstíðin er 19,75 tímar um vikuna.
Krøv til umsøkjaran Førleiki:
hægri útbúgving, góður kunnleiki til løgfrøði, bókhald og listaøkið í Føroyum og uttanlands. Løn sambært avtalu.
Umsóknarfreist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. desember 2025 kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast til arnbjornd@mail.fo.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Arnbjørn Ó. Dalsgarð, formann, á tlf 224090 ella t-posti arnbjornd@mail.fo. LISA