Lýsing
Søkt verður eftir einum dugnaligum og ágrýtnum farmakonomi til Framleiðsluapotekið. Viðkomandi verður partur av skamtanartoyminum, umframt at hon/hann kemur at standa fyri avgreiðslu av kontokundum. Talan er um farloyvisstarv at byrja 1. november 2022 og at enda 31. desember 2023.
Um starvið
Sum partur av skamtanartoyminum verður tú við til at samskipa arbeiðsgongdina frá tí, at læknin sendir skamtanarforskriftina, til heilivágurin er liðugt pakkaður og sendur brúkaranum. Arbeitt verður altíð við, at trygdin og tænastan til borgaran skal vera í hásæti.
Sum ábyrgdari fyri avgreiðslu av kontokundum, skalt tú vera við til at tryggja, at ordrar til sjúkrahús, alivinnu og aðrar kundar verða avgreiddir rættstundis og at veita kundunum eina góða tænastu. Arbeiðsuppgávan er nýggj, so tú kemur at vera við til at mynda starvið.
Talan er um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi og í tøttum samstarvi við góðar starvsfelagar.
Førleikar
Vit vænta, at tú hevur lokið útbúgving sum farmakonomur og ynskir at arbeiða fyri at geva kundum okkara eina góða og trygga tænastu. Vit vænta, at tú ert álítandi, góðskutilvitað/ur og at tú hevur ein skipaðan og nærlagdan arbeiðshátt. Vit vænta, at tær dámar at hava fjøltáttaðar uppgávur og megnar sjálvstøðugt at leggja tær arbeiðið til rættis.
Harumframt vænta vit, at tú ert ein fyrikomandi og jaligur starvsfelagi, sum ynskir at vera við til at arbeiðsplássið mennist og starvsfólkini trívast.
Setanarviðurskifti
Talan er um farloyvisstarv, sum er frá 1. november 2022 til 31. desember 2023. Starvið er ásett at vera 34 tímar um vikuna ella eftir avtalu. Starvsstaðurin er á Framleiðsluapotekinum í Tórshavn.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Farmakonomfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Skrivlig umsókn, við avriti av møguligum viðmælum og upplýsingum um royndir, skal vera Framleiðsluapotekinum í hendi í seinasta lagi hósdagin 15. september 2022. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hetta leinki.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Elisabeth Joensen-Næs á tlf. 404090 ella senda ein teldupost til ejn@apotek.fo
Les meira um okkum á www.apotek.fo