J&K Petersen
Útgivið
24. november 2025
Útgongur
19. december 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vegna økt virksemi sóknast vit eftir arbeiðsleiðara innan byggi- og verklagsarbeiði. Sum arbeiðsleiðari verður tú partur av einum toymi og ein lyklapersónur í einari verkætlan.

Saman við restini av verkætlanarleiðsluni og arbeiðstoyminum skalt tú tryggja, at arbeiðið gongur smidliga. Eitt nú skalt tú taka tær av fyrisitingarligum og praktiskum uppgávum so sum innkeypi, góðskutrygging og samskifti við undirveitarar, byggiharrar og ráðgevar.

Førleikakrøv
Vit vænta, at tú hevur royndir sum leiðari og við byggi- og verklagsarbeiði og ert vanur at ganga undan, tá ið á stendur. Harafturat vænta vit, at tú ert útbúgvin byggifrøðingur ella líknandi.

Eisini verður væntað, at tú sum leiðari hugsar í praktiskum loysnum og hevur neyðugan hugburð til trygd og burðardygd.

Hvat vit kunnu bjóða

  • Starv við breiðum fakligum avbjóðingum.
  • Møguleikar fyri fakligari menning og førleikamenning.
  • Løn, ið samsvarar við útbúgving og/ella royndir.

Tann, ið settur verður, skal hava koyrikort.

Umsókn
Umsókn við prógvum, CV, o.ø. skal sendast við telduposti á: starv@jkp.fo

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Regin Gaard Fossaberg, framleiðsluleiðara, á telefon 585088, ella skriva til regin@jkp.fo.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 19. desember 2025, samtalur verða hildnar leypandi, og starvið verður sett sum skjótast.

Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.

Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

 

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið