Sunda Kommuna
Útgivið
25. november 2025
Útgongur
9. december 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært

Lýsing

Vit søkja eftir einum lærara í tíðaravmarkað starv vegna farloyvi at byrja 15.12.25 fram til 19.06.26.

Førleikakrøv:
Okkum tørvar ein eldhugaðan og ágrýtnan lærara, ið kann undirvísa í innskúlingini.

Vit søkja eftir tær, sum undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við hini starvsfólk skúlans, er fús/ur at taka lut í dagliga virksemi skúlans.

At tú ert útbúgvin fólkaskúlalærari og hevur starvsroyndir í fólkaskúlanum.

Vit vænta at tú:

  • Kann undirvísa í ymiskum lærugreinum.
  • Fyrireikar og eftirmetir undirvísingina.
  • Ert fyrikomandi, dugir at samstarva við lærarar, næmingar og foreldur.
  • Luttekur í virksemi skúlans.
  • Tekur ein virknan leiklut í arbeiðnum við “Betri vinir”.

Lønar og setanartreytir:
Starvið er tíðaravmarkað frá 15.12.25 fram til 19.06.26 og setanarbrotið er áleið 0,50 .
Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv.

Starvið er lønt í lønarflokki 18.1 - 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og
Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:
Umsóknin við c.v. og avriti av próvnum skulu sendast til hvv@skulin.fo og er skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 9.12.25 kl. 13.00.

Nærri fæst at vita um starvið frá Maluni Petersen, skúlastjóra, á teldupost malan.petersen@skulin.fo tlf. 297238 / 522019

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Líknandi størv

18. november 2025
17. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið