Almannaverkið
Lýsing
Almannaverkið søkir eftir tveimum starvsfólkum at arbeiða á Bú- og viðgerðarstovninum Handan Á í Havn.
Um størvini
Talan er um tvey størv fulla tíð at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið allar dagar í vikuni. Miðað verður eftir, at arbeitt verður triðja hvørt vikuskifti.