Lýsing
Verð við til at binda Føroyar saman - á tryggan og dygdargóðan hátt.
Søkt verður eftir skipselektrikara til farloyvisstarv í tíðarskeiðinum 17. februar 2026 til 16. februar 2027
Um Starvið
Dagliga farleiðin hjá Smyrli er Tvøroyri – Tórshavn. Arbeiðsætlanin er í løtuni eina viku umborð og eina viku frí. Umstøður eru at búgva umborð.
Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan og farleið hjá Smyrli.
Høvuðsuppgávurnar hjá skipselektrikaranum eru:
- Viðlíkahald og umvæling av el-útbúnaði, el-installatiónum og ljósum umborð
- Eftirlit og viðlíkahald av framdrift og síðuskrúðum
- Kanning og skifting av battaríum og trygdarskipanum
- Mátan og feilfinning á el-motorum, generatorum, el-talvum og stýringum
- Viðlíkahald av hvítvørum og ymsum tekniskum skipanum
- Arbeiði í mastrum og viðdekksljósum og antennum
- Fremja alt viðlíkahald sambært viðlíkahaldsskipanini
Skipselektrikarin tekur eisini lut í øðrum fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði, og tryggjar at arbeiðsgongdir eru í tráð við ásetingar frá maskinstjóra.
Eitt starv við fyrimunum Sum sjófólk við Strandfaraskipum Landsins fært tú tað besta av báðum. Hetta er alment starv á sjónum. Tað merkir, at starvið er skipað sambært sáttmála við teimum almennu frídøgunum sum eru, við skipaðari frítíð, yvirtíð og avspáking. Og við sigling millum okkara oyggjar ert tú ongantíð serliga langt frá familju og vinum. Hetta gevur tær eitt frælsi, sum einki annað arbeiðspláss á sjónum.
Formlig Krøv
- Fyri at kunna søkja hetta starvið krevst at tú hevur:Yrkisútbúgving við sveinabrævi sum elektrikari
- Sjóvinnubræv sum skipselektrikari (STCW kap. III/6)
- Heilsuváttan (bláu bók)
- Trygdarskeið – STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
- Eldsløkking fyri skipsyvirmenn STCW A-VI/1-2 og A-VI/3
Onnur viðkomandi krøv
- Tú ert álítandi, ábyrgdarfull/ur og fyrikomandi
- Tú hevur góðan røkjuskap og ert ágrýtin
- Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samskifta og samstarva við myndugleikar og aðrar samstarvsfelagar
- Í mun til málførleika skalt tú kunna samskifta á føroyskum. Tað er ein fyrimunur um tú eisini kann samskifta á donskum og enskum
- Tað er ein fyrimunur, um tú hevur kunnleika til telduskipanirnar Outlook og Pre-Master.
Setan, løn og umsókn
Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið eftir lønarflokki 4.4 til 5.5.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær maskinstjóran á Smyrli, á tlf. +298 293141 ella við at senda teldupost tilsmyril.maskinstjori@ssl.fo
Umsóknarfreistin er sunnudagin 10. desembur 2025.
Starvið kann søkjast her:
Um Strandfaraskip Landsins:
Strandfaraskip Landsins (Strandferðslan) er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni, sum er ásett við lóg, er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL virkar við spjøddum virksemi kring landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir - 7 oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir. Til at røkja hesar 30 farleiðirnar eru átta ferjur og 48 bussar. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión. Av hesum ferðaðust umleið 725 túsund við ferjunum og 520 túsund við bussunum. Flutt blivu 188 túsund akfør. Í 2024 verða tøliniávikavist 230 túsund og 62 túsund lægri, tí sjóvegis Sandoyarleiðin fellir út. Nýggj landvegis farleið er sett á stovn í samband við undirsjóvartunnilin. Starvsfólkahópurin hjá Strandferðlsuni er umleið 180 fólk. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild umframt stjórnarskrivstovu. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.