Lýsing
Um starvið
Talan er um eitt starv 32 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Arbeitt verður í skiftandi vaktum allar dagar í vikuni, tað vil siga í dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktum. Starvsstaðurin er í Miðvági.
Arbeiðsuppgávur
Á stovnin koma børn við fjølbreki til eitt fyribyrgjandi og mennandi dag- og umlættingartilboð.
Vit arbeiða miðvíst við at skapa ein álítandi og mennandi gerandisdag við stimbran, røkt og upplivingum í samstarvi við avvarðandi. Vit hava børnini í miðdeplinum og leggja dent á góðan trivna á arbeiðsplássinum.
Uppgávan er at geva tí einstaka barninum umsorgan og stuðul, so tey kunnu kenna seg trygg og mennast í einum innihaldsríkum gerandisdegi, somuleiðis sum at gera venjingar sum viðlíkahalda og stimbra kropsligu menningina.